Bartal vann á OL-svimjaranum

Bartal vann á OL-svimjaranum
Bartal Eidesgaard úr HS gjørdi ikki mætari enn at vinna á OL-svimjaranum, Jakub Kraska úr Póllandi, í 100m blandað við stórum persónligum meti, tá Ægir Open var leygardagin
19.02.2024 - 18:30

Munurin var ikki stórur.

Bert ein hundraðpartur var ímillum Bartal Eidesgaard og OL-svimjaran, Jakub Kraska, tá kappast var í 100 metur blandað í Ægir Open um vikuskiftið.

Bartal Eidesgaard vann teinin við stórum persónligum meti upp á 57,41. Nýggja besta tíðin hjá svimjaranum úr Havnar Svimjifelag er 1,34 sekund betri enn hin gamla. 

 - Tað er altíð stuttligt fyrst og fremst at svimja bestu tíð, men at vinna teinin, gjørdi tað uppaftur betri, segði Bartal Eidesgaard.

Tað var serliga í bringusvimjingini, at Bartal Eidesgaard fór undan pólska yrkissvimjaranum, sum ynski føroyinginum til lukku við sigrinum.

 - Hetta er ein kapping. Onkur vinnur, og onkur má tapa. Bartal var betri enn eg í dag, so til lukku til hansara, og eg fegnist hansara vegna, segði Jakub Kraska, sum svam kapp á Olympisku leikunum í Tokyo í 2021.

Løtu seinni setti Bartal Eidesgaard aftur persónligt met í 50m frí, men hesa ferð skalaði hann ikki póllendingin, sum fór avstað við gullinum.

 - Eitt - eitt, Bartal! Eitt - eitt, lat í einum smílandi Jakub Kraska.

SÍ EISINI: OL-svimjari venur við Havnar Svimjifelag

Jakub Kraska er í Føroyum í eini roynd at svimja seg til Olympisku leikirnar í París í summar. Gamli venjari hansara, Maciek Hampel, sum nú er høvuðsvenjari hjá HS, skal leggja venjingina til rættis. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 31. oktober
RagnarRokk 31.oktober 2024
182403
Hósdag 31. oktober
RagnarRokk: Juha Raivio um Shining
182400
Hósdag 31. oktober
RagnarRokk: Lisa Walz og Ben Juelg um Rodeo
182399
Hósdag 31. oktober
RagnarRokk: Marcus Nand um The Traveler
182396
Hósdag 31. oktober
Andarblak - Fyrigeving
182900
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 31. oktober
Kom á val 03
182906
Hósdag 31. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2024
182896
Mikudag 30. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182798
Mikudag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182796