OL-svimjari venur við Havnar Svimjifelag

OL-svimjari venur við Havnar Svimjifelag
Í eini roynd at svimja seg til Olympisku leikirnar í París, er pólski Jakub Kraska komin til Føroya, har gamli venjari hansara nú arbeiðir fyri Havnar Svimjifelag
19.02.2024 - 18:34

Tá Ægir Open var í Klaksvík um vikuskiftið kappaðist ein OL-svimjari í hylinum.

23 ára gamli Jakub Kraska hevur leitað sær til Føroyar, her gamli venjari hansara, Maciek Hampel, nú arbeiðir hjá Havnar Svimjifelag.

Í 2021 eydnaðist teimum báðum póllendingunum at svimja seg til Olympisku leikirnar í Tokyo, og nú er ætlanin at endurtaka bragdið og klára kravtíðina til OL í París í summar.

 - Vit hava vant saman frá 2015 fram til OL í Tokyo. So høvdu vit ein lítlan steðg, men nú havi eg valt hann aftur sum venjara, tí at eg vil sleppa til OL í París, sigur Jakub Kraska. 

Maciek Hampel gleðist um aftur at sleppa at venja sterka pólska svimjaran.

 - Hann trýr uppá, at vit báðir saman kunnu fáa hann við til OL í summar. Nú royna vit at bøta um ymiskt, so sum úthaldni, ferð og teknikk, sigur royndi venjarin, sum hevur starvast sum høvuðsvenjari hjá HS síðstu árini.

 

Kemur væl við hjá føroysku svimjarunum

Gerandisdagurin hjá føroysku svimjarunum í HS er eisini broyttur. Brádliga hava teir ein olympiskan svimjara í hylinum, og tað hevur lyft stigið og motivatiónina til venjingarnar í høvuðsstaðarfelagnum.

 - Tað er øgiliga stuttligt og spennandi. Tað er deiligt at fáa onkran nýggjan svimjara á liðið at venja saman við í eina tíð og serliga stuttligt, tá hann svimur so skjótt, sum hann ger, greiðir Bartal Eidesgaard frá.

 - Vit hava so fáar seniorar, og tí blíva juniorarnir best beinanvegin, og tað er ikki gott. Nú hava vit fingið ein 23 ára gamlan, og nú síggja okkara, at 'eg eri slett ikki verðinsmeistari enn. Eg kann gott trena eitt sindur meir', sigur Katrin Dagbjartsdóttir, fyrrverandi svimjari og nevndarfólk í HS.

Tað er júst tað, sum Bartal Eidesgaard og liðfelagarnir hava gjørt síðstu tíðina, meðan Jakub 'Kuba' Kraska hevur verið í Føroyum. 

 - Tað ger mun fyri allan hópin, sigur Bartal Eidesgaard. - Øll eru meir engageraði, og tað er meir spennandi, tá mann hevur ein so stóran svimjara við á liðnum. Fólk møta til tíðina, møta væl upp, hita væl upp og øll svimja eitt sindur skjótari, tá mann hevur onkran at svimja eftir og hanga í.

SÍ EISINI: Bartal vann á OL-svimjaranum.

Jakub Kraska skal venja í Føroyum í eina tíð, áðrenn leiðin gongur til venjingarlegu í Turkalandi. Eftir hetta kemur hann kanska aftur til Føroyar at venja.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Fríggjadag 22. november
RagnarRokk: Phil Demmel um Category 7
184021
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981