Fyrsti nýbygningur í heimaflotanum í 17 ár

Fyrsti nýbygningur í heimaflotanum í 17 ár
Fyri fyrstu ferð í 17 ár er ein nýbygningur á veg í heimaflotan
27.02.2024 - 19:23

Seinast nýbygningar komu, var tá ið Heykur og Falkur vórðu bygdir í 2007 í Spania.

Varðin fer nú at byggja nýtt skip fyri Rankan, sum felagið seldi vestur í Vágar fyri jól.

- Tað hevur sera stóran týdning at endurnýggja flotan, sigur Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum. 

Hvørki Varðin ella Mest vilja upplýsa prísin fyri nýggja skipið. Við útvarpið segði Bogi Jacobsen tó, at prísurin er millum 100 og 200 milliónir krónur.

Alt verður nýtt umborð. Fiskurin verður kruvdur og avhøvdaður og síðani frystur. Flakavirki í Føroyum ella aðrastaðni kunnu keypa fiskin og tiðna hann upp at virka. Súrløga verður eisini nýtt.


Stóran týdning fyri Mest

Mouritz Mohr, stjóri á Mest, sigur, tað hava sera stóran týdning, at føroyingar aftur fara at smíða skip.

Á skipasmiðjuni Mest fegnast tey, nú sáttmáli er undirskrivaður millum Mest og Varðan um at byggja nýggjan frystitrolara til fyritøkuna í Gøtu.

Nýggja skipið hjá Varðanum, sum verður 44 metrar langt og 12 metrar breitt, skal verða liðugt á sumri í 2026. Tørvur er á nógvum arbeiðsfólki at gera arbeiði. 



 

---

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098