Oddbjørn Joensen: NSÍ yvirhálar HB

Oddbjørn Joensen: NSÍ yvirhálar HB
NSÍ yvirhálar HB og endar á 4. plássi, meðan EB/Streymur flytur niður. Tað segði Oddbjørn Joensen, tá hann metti um fótbóltslandskappingina hjá monnum í 3-2 mánakvøldið
05.03.2024 - 09:47

Uppflytararnir úr Runavík, NSÍ, yvirhála HB og enda á 4. plássi.

Tað heldur Oddbjørn Joensen, viðmerkjari, nú fótbóltslandskappingin hjá monnum byrjar um lítla viku.

 - Tað meti eg út frá støðuni beint nú og út frá leikarahópununum, sum teir síggja út í løtuni, sigur fótbóltsviðmerkjarin og fyrrverandi FM-venjarin, men leggur afturat, at flytingargluggin er opin til 15. mars.

Oddbjørn Joensen heldur ikki, at HB hevur nóg sterkan hóp enn. Hinvegin hevur NSÍ styrkt álopspartin munandi. Runavíkingarnir Klæmint Andrasson Olsen og Petur Knudsen eru komnir aftur úr útlegd, og Jasper Van Der Heyden er komin úr 07 Vestur.

 - Teir hava fingið tríggjar kanónir inn í álopið, og hava kanska besta álopið í Føroyum beint nú. Tað kann bera ólukksáliga langt, sigur Oddbjørn Joensen.

 

EB/Streymur flytur niður

Tað er trupult at spáa um niðurflytingina. Fótbóltsviðmerkjarin heldur, at í roynd og veru kunnu øll liðini á niðaru hálvu flyta niður, men hann metir kortini, at EB/Streymur verður ov stutt í ár.

 - Eg haldi, at teir hava mist meir, enn teir hava fingið.Eg veit, at teir hava fingið Boubakar Dabo og onkran annan, men teir hava mist rutinu og profilar, sigur Oddbjørn Joensen.

Millum annað er Bogi Reinert Petersen farin aftur til ÍF, meðan Gutti Dahl-Olsen skal spæla við B36 í ár. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444