Húsar og Klaksvík leggja saman á nýggjárinum

bannari
08.10.2012 - 14:54
InnlendisPolitikkur
Húsar og Klaksvík leggja saman á nýggjárinum
Málið kemur fyri á býráðsfundi í Klaksvík í annaðkvøld. Fyrrverandi borgarstjórin í Húsa kommunu sigur, at málið er ikki viðgjørt í kommununi

Húsa kommuna og Klaksvíkar kommuna verða eftir øllum at døma lagdar saman 1. januar.

Á býráðsfundi í annaðkvøld fer býráðið í Klaksvík at viðgera málið. Fíggjarnevndin mælir til, at leggja saman eftir sama leisti, sum tá aðrar smærri kommunur eru komnar upp í Klaksvíkar Kommunu.

Men fyrrverandi borgarstjórin á Húsum, Magni Garðalíð, skilir einki. Tí eingin borgarafundur hevur verið á Húsum, og hann sigur, at kommunustýrið hevur ikki viðgjørt málið um samanlegging. Harafturat var stórur meiriluti ímóti samanleggin á fólkaatkvøðuni herfyri.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444