FC Suðuroy tók uppskotið aftur

15.02.2015 - 19:20
ÍtrótturFótbóltur
FC Suðuroy tók uppskotið aftur
Eftir viðmæli frá forsetanum í FSF, Christian Andreasen, tók FC Suðuroy uppskotið aftur um at broyta talið á liðum í bestu mansdeildini

Árligi Aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya var í gjár og bert eitt uppskot frá feløgunum var innkomið. Talan var um uppskotið hjá FC suðuroy um at økja Effo deildina við tveimum liðum. FC Suðuroy legði dent á, at ein kapping við 12 liðum har man spælir 22 landskappingardystir í staðin fyri 27, fer at vera betur fyri føroyskan fótbólt.

 

Men eftir at formaðurin í Fc suðuroy, Julius Vest Joensen, hevði lagt nakrar grundgevingar afturat uppskotinum, tók FSF forsetin, Christian Andreasen, orðið. Hann segði at avgerðin liggur hjá feløgunum, men vildi mæla til at eingin avgerð varð tikin í málinum á sjálvum aðalfundinum. Hann ynskti at kanningin, sum FSF hevur sett í gongd varð gjørd liðug áðrenn, soleiðis at feløgini høvdu eina betri kunning áðrenn uppskotið skuldi fellast ella viðtakast.

 

HB heldur hetta er eitt lortauppskot

Orðið var síðani frítt hjá feløgunum at taka, men bert ein formaður var vísur í hvat hann helt um uppskotið. Formaðurin í HB, Finnbogi Arge, helt at hetta var eitt lorta uppskot, og at kappingin í ár hevur eydanst sera væl, tí man frammanundan einum dysti millum eitt topp og eitt botnlið ikki kundi spáa ein vinnara. 


Tí metti hann, at man ikki skal fara at broyta nakað, ið riggar so mikið væl. Men hann legði afturat, at hann møguliga hevði havt eina aðra hugsan um hetta, tá tað ikki gekk so væl hjá HB, sum tað ger í dag. 

Forsetin bað um steðg

Forsetin, Christian Andreasen bað um ein fimm minuttir steðg, og tók síðani orðið aftur, har hann ásannaði at uppskotið, sum TB legði fram í november 2013, sum er líkt tí hjá FC suðuroy, kundi havt tikið styttri tíð enn tað hevur. 


FC Suðuroy tók uppskotið aftur

Eftir at FSF forsetin mælti FC suðuroy til at taka uppskotið aftur, eftirlíkaði Julius Vest Joensen, formaður í FC suðuroy viðmælinum, men við tí trygd, at málið verður liðugt viðgjørt av FSF áðrenn summarferiuna. 
 

Hetta vil siga at talið á liðum í bestu mansdeildini framvegis er 10 lið. Meira verður at frætta um hetta tá effo deildin fer í summarsteðg. 

 


Meira verður at frætta um aðalfundin í 3-2 í annaðkvøld.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444