- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Tað hevur verið ein sera long tilgongd at fáa metið góðtiki sigur Magnus Tausen.
Magnus er sonur Amy Tausen, sum er ein av teimum tólv systkinunum, sum í gjár fingu boð um at tey hava skrivað Guinness rekord.
Metið er at vera tann elsti systkinaflokkurin í heiminum. Tey eru tilsamans 1025 ár og 41 dagar, sigur teljingin sum er frá august í fjør.
Les meira um systkinini her: http://kvf.fo/greinar/2015/06/09/12-systkin-ur-rituvik-eiga-nu-heimsmetid
Magnus Tausen heldur at familjan hevur dugað sera væl at verið saman og tey hava hildið sær væl. Bæði í tí andaliga lívinum, men eisini tá tað viðvikur heilsu.
Pápin, Magnus Olsen, doyði í 1940 og tí var mamman, Elsebeth einsamøll við tólv børnum.
Systkinini hava verið sera spent um hetta metið, sum varð sett í verk í 2012, tá tey vóru 1000 ár tilsamans.
Hoyr samrøðuna við Magnus Tausen omanfyri.