- Tíðindi, mentan og ítróttur
250 mió. kr. í fimm ár at talgilda Føroyar

Eitt talgilt samleikaprógv, ein felags portalur fyri allar tænastur og ein tryggur KT-arkitekturur, har allar persónsupplýsingar og grunddátaskráir verða savnaðar á einum stað.
Tað eru høvuðstilmælini í strategiini fyri Talgildu Føroyar, sum varð løgd fram í Norðurlandahúsinum í dag.
At talgilda Føroyar hevur við sær effektiviseringar og sparingar, men tað fer eisini at gera tað lættari hjá borgaranum at avgreiða síni viðurskifti. Mælt verður til, at loysnin verður føroysk, so føroyska KT-vinnan eisini kann mennast.
Mælt verður til at brúka 50 mió. kr. um árið næstu fimm árini til talgildingina.
Hoyr samrøðu við Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóra, í útvarpstíðindunum.
Mynd: Nicolai Mohr Balle
Sí eisini














