Marknagilsdepilin kann steðga upp

10.10.2015 - 17:46
InnlendisSamfelag
Marknagilsdepilin kann steðga upp
Landsverk og byggifelagið TG-Verk eru á veg í gerðarrættin við einari ósemju um endurgjald fyri ein prosjekteringsfeil hjá ráðgevarafyritøkuni
Mynd: Hilbert Eliasen  

Høgni Lauritsen, stjóri í TG-Verk, váttar, at byggingin av Marknagilsdeplinum kann enda í einum gerðarætti, og at arbeiði harvið steðgar upp. 

Upphavið til ósemjuna millum Landsverk og TG-Verk er ein grundleggjandi prosjekteringsfeilur av donsku verkfrøðingafyritøkuni Lemmings og Eriksson. 40 berandi element í bygninginum vóru ógvusliga undirprosjekterað. 

Lemmings og Eriksson hevur átikið sær ábyrgdina fyri feilin, sum hevur elvt til ein meirkostnað, ið sigst liggja um 50 milliónir krónur.

Men upphæddin er vorðin til eitt trætumál millum Landsverk og TG-Verk, tí tað er óvist, hvussu nógv av meirkostnaðinum tryggingin hjá Lemmings og Eriksson dekkar.

Lemmings og Eriksson fekk umleið 40 milliónir krónur fyri prosjekteringina av Marknagildsdeplinum. 

 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974