Bjóða nú arbeiðið út til undangóðkenning

26.10.2015 - 14:22
InnlendisSamfelag
Bjóða nú arbeiðið út til undangóðkenning
Skansabryggjan er nakað minkað og økið frammanfyri Skansan er tikið burtur, nú kommunan bjóðar fyrsta byggistigið út

Hóast ein stórur partur er tikin burtur, fer útbyggingina væntandi at kosta um 400 milliónir, metir Jónsvein Lamhauge, havnameistari í Tórshavnar Havn.

Tórshavnar Havn vónar at fáa endaligu góðkenningarnar frá Yvirfriðingarnevndini og Býarskpanarnevndini sum skjótast.

Jónsvein Lamhauge sigur, at mynduleikarnir vilja hava góðkenningarnar, áðrenn arbeiðið verður boðið endaliga út. Eftir ætlan skal arbeiði at gera nýggja havnalagið byrja í fyrra helmingi av 2016.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV