Kanna enn parkeringsbøturnar hjá Tórshavnar kommunu

Kanna enn parkeringsbøturnar hjá Tórshavnar kommunu
Tað er enn ógreitt, um Tórshavnar kommuna hevur heimild til at gjalda parkeringsbøtur aftur til fólk, sum hava fingið parkeringsbót í Gundadali
Mynd: Savnsmynd  
 
15.12.2023 - 17:28

Kommunala Eftirlitið er framvegis ikki liðugt at kanna, um Tórshavnar kommuna hevur heimild til at gjalda parkeringsbøtur aftur til fólk, sum hava fingið parkeringsbót í Gundadali í tíðarskeiðinum 1. januar 2021 til 15. september í ár.

Kommunala Eftirlitið vil hava høvuðsstaðarkommununa at nágreina ætlanirnar um at afturgjalda parkeringsbøturnar

 

Eldri fólk ein hvøkk

Tað var leygardagin 14. september, at fleiri eldri borgarar fingu ein hvøkk, tá tey høvdu verið til eldradag í Dansifrøi í Gundadali. 

Tí tá tey komu út af tur til bilarnar høvdu fleiri teirra fingið parkeringsbót. 

Trupulleikin var kortini ikki størri enn so, at borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, var til staðar á degnum, og lovaði gestunum, at hann skuldi taka sær av bótini. 

Eitt lyftið sum hevði tær fylgir, at fólk framm til 5. januar næsta ár kunnu søkja um at fáa afturrinda parkeringsbøtur, sum eru givnar frá 1. januar 2021 til 15. september í ár. 

 

Tveir spurningar

Men nú vil Kommunala Eftirlitið hava greiðu á, um kommunan hevur loyvi at rinda parkeringsbøtur aftur úr parkeringsgrunninum.  

Í skrivi til kommununa dagfest 22. november vil Eftirlitið hava greiðu á tveimum spurningum: 

1) Í útvarpstíðindunum tann 14. november 2023 var eitt innslag, har Heðin Mortensen, borgarstjóri segði: ”at tað er parkeringskontan ella grunnurin hjá Tórshavnar kommunu og Politinum, sum kemur at gjalda tær bøturnar, sum fyriliggja. Kommunala eftirlitið metir, at her verður víst til tær parkeringsbøturnar, sum Tórshavnar kommuna hevur mett vórðu útskrivaðar ólógliga í parkeringssonuni í Gundali í tíðarskeiðnum 1. januar 2021 til 15. september 2023. Tórshavnar kommuna verður biðin um at greiða frá, um kommunan hevur heimild til at gjalda parkeringsbøturnar úr parkeringsgrunninum.

Og haraftrat um støðan í Gundadali er eitt eindømi.

2) Sambært upplýsingunum, sum Kommunala eftirlitið hevur fingið frá Tórshavnar kommunu, varð ítøkiliga parkeringsforboðssonan í Gundadali ikki samtykt á rættan hátt sambært heimildarskipanini hjá Tórshavnar kommunu. Hevur kommunan kannað, um tað eru aðrar parkeringssonur, ið ikki eru samtyktar á rættan hátt ella heldur kommunan, at talan er um eitt eindømi? 

Kommunan fekk freist 6. desember at svara. 

Men tað gekk ikki, tí í gjár - eina viku eftir freistina - sendi Eftirlitið kommununi áminning, um at tey ikki høvdu fingið svar, og góvu kommununi eina nýggja freist til 21. desember at svara. 

 

Einki eindømi

Hetta er ikki fyrstu ferð, at kommunan ikki heldur freistina, tá Kommunala Eftirlitið hevur spurt um málið. 

15. september bað Kommunala Eftirlitið um kunning um málið.

Kommunan fekk boð um at svara skjótast gjørligt og í seinasta lagi innan tríggjar vikur at svara. 

16. oktober fekk kommunan aftur eitt skriv frá Eftirlitinum, sum staðfesti, at kommunan ikki hevur svarað innan givnu freistina.

Tí fekk kommunan nýggja freist - hesa ferð 4 dagar - til at svara. 

Hesa ferð svaraði Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri í Tórshavnar kommunu, tríggjar dagar seinni og gav Kommunala Eftirlitinum tey skjøl, sum biðið varð um. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098