X-Files aftur á skíggjanum

24.01.2016 - 18:09
Lívsstílur
X-Files aftur á skíggjanum
Sunnukvøldið var fyrsti nýggi partur av røðini X-Files aftur at síggja á sjónvarpsrásini FOX í USA - 13 ár síðan seinast.

Fjepparar av kendu sjónvarpsrøðini "X-files" kunnu fegnast, tí nú verða nýggir partar av røðini aftur at síggja á sjónvarpsrásini FOX í USA - 13 ár síðan tað seinast var á skíggjanum.
Talan er um 10. umfar av røðini. Røðin var í fyrsta umfari sent frá 1993 til 2002.
Í stuttum snýr X-files seg um FBI-agentarnar Mulder og Scully, ið granska undarlig, óuppklárað, yvirnatúrlig mál - x-files. Meðan Mulder trýr upp á, at tað finst meira millum himmal og jørð, so er Scully lækni og granskar, ið heldur seg til fakta, ið kunnu prógvast vísindaliga.
Ein av mongu X-files fjepparunum her á landi, ið gleðir seg til at X-files aftur verður at síggja, er filmsleikstjórin Heiðrik á Heygum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444