Gevast ikki so

17.06.2016 - 18:23
InnlendisSamfelag
Gevast ikki so
Foreldrabólkurin í Sankta Frans skúla skilir ikki avgerðina hjá býráðnum, at seta ein arbeiðsbólk at viðgera uppskotið um framhaldsdeild

Tað er at draga málið óneyðuga langt út, og tað vísir, at býráðið als ikki ynskir framhaldsdeild í Sankta Frans skúla eftir summarfrítíðina.

Tað heldur foreldrabólkurin fyri Sankta Frans skúla, sum als ikki skilir avgerðina hjá býráðnum at seta ein arbeiðsbólk at viðgera framtíðar skúlabynaðin í Tórshavnar kommunu.

Tilmælið frá arbeiðsbólkinum skal í seinasta lagi 1. mars næsta ár leggjast fyri býráðið.

Men tað er alt ov seint, heldur foreldrabólkurin, tí freistin samsvarar ikki við freistina hjá Mentamálaráðnum at áseta flokkar og tímatal, og tí kann framhaldsdeild ikki setast á stovn í Sankta Frans skúla longu í summar.

Hoyr samrøðuna við Einar Johannesen í foreldrabólkinum í Sankta Frans skúla.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860