Kæra kommunu fyri ikki at halda treytir

22.07.2016 - 13:39
InnlendisPolitikkur
Kæra kommunu fyri ikki at halda treytir
Hinar kommunurnar í VEKS-eldrasamstarvinum hava kært Vestmanna kommunu til Innlendismálaráðið, tí Vestmanna vil ikki rinda ásetta kostnaðin

Eiðis-, Kvivíkar- og Sunda kommunur hava kært Vestmanna kommunu fyri ikki at gjalda tað, tær halda, at hon eigur at gjalda fyri eldrasamstarvið teirra millum, skipað í VEKS samstarvinum.

Boðini um kæruna hevur Vestmanna kommuna fingið frá Innlendismálaráðnum í einum hoyringarskrivi, ið kommunan er biðin um at svara uppá innan 18. august.

Vestmanna kommuna hevur viljað sloppið burtur úr VEKS samstarvinum millum Vestmanna, Eiðis, Kvivíkar og Sunda kommunu, men tað vil Innlendis-málaráðið ikki.

Góðtaka iikki niðurstøðuna

Vestmanna kommuna góðtekur ikki, at meirilutin í VEKS, hevur samtykt eina fíggjarætlan fyri árið í ár, sum ger, at útreiðslurnar av samstarvinum um eldraøkið er størri enn tað, kommunurnar fáa landinum.

Fyri Vestmanna kommunu merkir tað eitt undirskot uppá tvær milliónir krónur, tá tíðaravmarkaða upphæddin frá landinum ikki er við. Kommunan hevur goldið 650.000 krónur eyka inn í samstarvið.

Annars hevur kommunan rindað VEKS tað, hon fær frá landinum at reka eldraøkið fyri, men ikki fyri tann meirkostnað, VEKS hevur sett fíggjarætlanina í ár at vera.

Hava kært Vestmanna kommunu

Tað eru hinar kommunurnar í samstarvinum ónøgdar við og hava kært Vestmanna kommunu til Innlendismálaráðið.

Kæruna hevur Vestmanna kommuna fingið til hoyringar, og Innlendismálaráðið biður kommununa svara innan 18. august.

Verður eingin semja, og Innlendismálaráðið tekur undir við teimum fýra kommununum í VEKS ímóti Vestmanna kommunu, kann henda, at landið fer at taka upphæddina, stríð er um av kommunuskattinum, áðrenn hann verður sendur Vestmanna kommunu, men so langt er málið ikki komið.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098