Fiskivinnunýskipan: Hevur framvegis vónir um semju

bannari
15.01.2017 - 15:47
InnlendisPolitikkur
Fiskivinnunýskipan: Hevur framvegis vónir um semju
Útlitini at gera semju við andstøðuflokkarnar um fiskivinnunýskipan eru frægari nú, enn tey hava verið, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevði fundir við Sambandsflokkin og Fólkaflokkin hvør sær í síðstu viku. Hann hevur framvegis vónir um, at tað verður ein breið semja í løgtinginum fyri fiskivinnunýskipanini.

Í morgin fer Høgni Hoydal til Íslands at samráðast við nýggja íslendska fiskimálaráðharran um fiskirættindi næsta ár.

Ætlanin er at hava fleiri fundir við Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Nýtt Sjálvstýri um fiskivinnunýskipanina seinnapartin í næstu viku ella í aðru viku.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444