Kirkjulig signing: ein løgfrøðiligur hurlivasi

17.01.2017 - 18:00
InnlendisPolitikkur
Kirkjulig signing: ein løgfrøðiligur hurlivasi
Málið um kirkjuliga signing av borgarligum vígslum er ein løgfrøðiligur hurlivasi. Tað heldur Bjørn á Heygum advokatur.

Ein løgfrøðiligur hurlivasi! Tað er kanska besta lýsingin av málinum um kirkjuliga signing av borgarligum vígslum, sum er snávingarsteinurin í politisku ætlanini um at geva samkyndum loyvi at giftast.

Løgfrøðin tykist ikki at hava eitt greitt svar uppá, hvat vendir upp, og hvat vendir niður í málinum um kirkjuliga signing av borgarligum vígslum.

Løgfrøðingar í løgmansskrivstovuni og danska embætisverkinum siga, at grein 14 stk 2, sum umrøður kirkjuliga signing er føroyskt málsøki. Grundgevingin er, at tá ið fólkakirkjan var yvirtikin, vóru allar ásetingar, sum hava við kirkjuna at gera, yvirtiknar, uttan mun til hvar ásetingin stendur.

Løgfrøðingar í mentamálaráðnum og løgtingsumsitingini halda hinvegin, at greinin enn er á donskum hondum, tí tá ið fólkakirkjan var yvirtikin í 2007 var bara ein grein í hjúnalagslógini við í yvirtøkuni, og tað var ikki grein 14 stk 2.

Tá ið løgfrøðin, sum skal ráðgeva politisku myndugleikunum, ikki dregur eina og somu línu, fáa vit eisini ymiskar politiskar tulkingar.

Aksel V. Johannesen og Jenis av Rana eru rúkandi ósamdir, men báðir halda seg hava løgfrøðina á síni síðu.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444