Løgfrøði: Eins góðar útbúgvingar viga eins

Løgfrøði: Eins góðar útbúgvingar viga eins
Kunnu føroyska og danska útbúgvingin í løgfrøði javnmetast, so skal tann føroyska geva somu atgongd sum tann danska, sigur danski løgmálaráðharrin
Um sama góðska er í útbúgvingunum, so skulu tær vigast eins, sigur Søren Pape Poulsen
Mynd: savnsmynd  
 
25.04.2019 - 13:45

- Fólk við føroyskari løgfrøðisútbúgving eiga at javnmetast við fólk, sum hava danska løgfrøðisútbúgving.

Tað sigur Søren Pape Poulsen, løgmálaráðharri í svari til Magna Arge, fólkatingslim, sum hevur spurt um støðuna hjá løgmálaráðharranum.

Spurningurin er settur í kjalarvørrinum á almenna rumblinum, sum verið hevur, nú Fróðskaparsetrið fer undir føroyska løgfrøðisútbúgving, samstundis sum rættargangslógin verður mett at forða fyri, at onnur enn fólk við donskum prógvi kunnu arbeiða sum advokatar og hjá dómstólunum.

Søren Pape Poulsen sigur í svari sínum, at um so er, at útbúgvingarnar kunnu javnmetast, ja, so eigur tann føroyska eisini at geva somu atgongd sum tann danska útbúgvingin.

Løgmálaráðharrin sigur, at nýggja føroyska rættargangslógin í løtuni er til almenna hoyring, og tá tey svarini eru komin, verður støða tikin til, um uppskotið skal broytast.

- Eg fari tí í mínum arbeiði við uppskotinum at savna meg um, at báðar støðurnar verða viðfarnar eins, sigur Søren Pape Poulsen í sínum svari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860