London Bridge og Borough Market rakt av yvirgangi

04.06.2017 - 10:19
Útheimurin
London Bridge og Borough Market rakt av yvirgangi
Politiið í London upplýsir í morgun, at í minsta lagi seks fólk hava latið lív, og 48 fólk eru flutt á sjúkrahús

London varð seint í gjárkvøldið rakt av yvirgangi. Politiið upplýsir í morgun, at í minsta lagi seks fólk hava latið lív, og 48 fólk eru flutt á sjúkrahús.
Talan var um tvær yvirgangsatsóknir - ein á London Bridge og eina á Borough Market.

Á London Bridge koyrdi ein hvítur vøruvognur upp á gongubreytina við nógvari ferð og rakti fleiri fólk, sum vóru til gongu. Síðani fóru gerningsmenninir til Borough Market, har teir stungu fleiri fólk niður.
Borough Market er ein sera vælumtóktur matmarknaður, og bæði har og á London Bridge savnast altíð nógv fólk.
Politiið kom á staðið, og skeyt tríggjar mans, sum tey siga eru gerningsmenninir.

- Í løtuni halda vit, at tað vóru tríggir gerningsmenninir, men fleiri kanningar skulu gerast fyri at staðfesta, um onnur vóru við til at fyrireika atsóknina, sigur Mark Rowley, politikommiserur hjá Metropolitan Police.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558