MMR sett fólk uttan at lýsa størvini leys

22.08.2017 - 15:52
InnlendisSamfelag
MMR sett fólk uttan at lýsa størvini leys
Mentamálaráðið hevur sett eitt kunningarfólk og ein ráðgeva, uttan at lýsa størvini leys, soleiðis sum almenni setanarpolitikkurin sigur
savnsmynd

Ein skúlastjóri fekk fyri kortum lyfti frá Mentamálaráðnum um at sleppa at halda fram í sínum starvi, hóast hann fall fyri pensjónsaldrinum. Men tá hetta vísti seg at vera brot á avtalu millum Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið, varð pensjoneraði skúlastjórin fluttur í Mentamálaráðið at arbeiða sum serligur ráðgevi.
Eisini hevur Mentamálaráðið júst sett eitt kunningarfólk at hjálpa landsstýriskvinnuni at skriva mongu røðurnar, hon heldur, og við ymiskum øðrum kunningaruppgávum.
Í hvørgum av førunum hava onnur fólk við áhuga fingið høvi at bjóða seg fram at loysa uppgávurnar.

Leiðreglur
Tað almenna hevur annars ein setanarpolitikk, sum ráðini og stovnarnir undir ráðunum skulu eitast at fylgja.
Í teimum leiðreglunum stendur svart uppá hvítt: "Øll størv eiga at verða lýst leys alment"
Og hví er tað so neyðugt at størv hjá tí almenna verða lýst leys? Tað stendur eisini svart uppá hvítt í setanarpolitikkinum: "Endamálið er at tryggja, at stovnurin setir umsøkjara, ið úr einum heildarsjónarmiði er best egnaður til starvið. Setanarpolitikkurin skal eisini tryggja, at umsøkjarar, sum ikki fáa starv, kunnu vera vísir í, at avgerðin er farin fram á rættan og rættvísan hátt".
Men Mentamálaráðið valdi ein annan hátt, tá áðurnevndu størvini skuldu setast.

Skúlastjóri og retorikari
Tá Hanus Joensen, skúlastjóri á Skúlanum á Fløtum nærkaðist pensjónsaldri, fekk hann loyvi frá Mentamálaráðnum at halda fram. Men ráðið mistók seg, tí Fíggjarmálaráðið hevur eina avtalu við Lærarafelagið, sum sigur, at teirra limir skulu frá, tá tey verða 67 fyri at geva yngri fólki møguleika at bjóða seg fram. Men ráð vóru fyri tí, og so fekk fráfarandi skúlastjórin brádliga starv í Mentamálaráðnum sjálvum - sum ráðgevi í tí, sum kallast "námsfrøðilig leiðsla".
Eisini er Eydna Skaale sett sum kunningarfólk at hjálpa Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum at samskifta og við mongu røðunum, hon heldur til ymisk tiltøk og merkisdagar.
Felags fyri hesi bæði størvini er, sum áður nevnt, at tey ikki vórðu lýst leys frammanundan.

Hoyr eisini Poul Geert Hansen, aðalstjóra greiða frá setanunum her

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444