Aðalstjórin: - Talan er ikki um vanlig størv

22.08.2017 - 16:04
InnlendisSamfelag
Aðalstjórin: - Talan er ikki um vanlig størv
- Størvini eru ikki vanlig størv, og tá kunnu serligar avtalur gerast í eitt avmarkað tíðarskeið, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í MMR
Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum - savnsmynd

Rágevarastarvið hjá gamla skúlastjóranum á Fløtum og kunningarstarvið í Mentamálaráðnum eru serlig og tíðaravmarkað, og tí sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri, at stovnarnir undir Mentamálaráðnum ikki skulu skilja tað soleiðis, at teir nú kunnu skúgva setanarpolitikk landsins til viks og lata vera við at lýsa størv leys til onnur at søkja.
Aðalstjórin leggur afturat, at sær vitandi eru ongar formligar reglur, sum neyvt siga, nær tað er í lagi at seta fólk í starv, uttan at lýsa tey leys fyrst. Men at hann hevur kannað, hvussu tey gera í Danmark, og at mannagongdin hjá Mentamálaráðnum í nýggjastu setanunum stórt sæð eru tær somu sum har, altso at tað er í lagi at seta fólk til serligar uppgávur í eitt ár, uttan at lýsa størvini leys.

Hoyr meira um setanirnar í MMR her

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075