Ikki loyvt at koyra fólk út

06.11.2017 - 14:59
InnlendisSamfelag
Ikki loyvt at koyra fólk út
Í nýggju lestraríbúðunum í Marknagili hevur útleigarin tilskilað sær rætt til íbúðirnar í juli - tað er ólógligt, sigur formaðurin í leigunevndin

Tað er ikki loyvt at koyra fólk út úr leiguíbúðum í eina mánað um árið - og tað er uttan mun til um tað er lestraríbúð ella næmingaheim, sigur Andrass Holm Arge, formaður í leigunevndini.

Kortini hevur skúlaheimið í Marknagili havt hesa siðvenju í nógv ár. Her skulu næmingarnir út bæði í summarfrítíðini og í vikuskiftinum.

Orsøkin kann vera at leigulógin er nýggj, og tí tekur tað tíð at broyta siðvenjur, sigur Andrass Holm Arge, formaður í leigunevndini.

Leigulógin er í løtini til hoyringar, og tað er upp til landsstýriskvinnuna í almannamálum, um hon vil gera undantøk í lógini, so tað verður loyvt at koyra fólk út í summarfrítíðini, sigur Andrass Holm Arge.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV