Pedagogfelagið til samráðingar mánadagin

09.11.2017 - 11:13
InnlendisSamfelag
Pedagogfelagið til samráðingar mánadagin
Fíggjarmálaráðið hevur boðið pedagogfelagið til samráðingar, men formaðurin í felagnum, Jógvan Philbrow, ivast í, um tað loysir seg

Lønardeildin í fíggjarmálaráðnum hevur boðið pedagogfelagnum til samráðingar mánadagin, har Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, eisini verður við.

Nevndin í Pedagogfelagnum hevur fyrrapartin greitt álitisfólkunum frá gongdini í samráðingunum, og spurningurin um at seta tiltøk í verk var eisini á skránni.

Men formaðurin í felagnum, Jógvan Philbrow, ivast í, um tað loysir seg at fara á fund.

- Vit ivast í, um tað er nøkur orsøk til at fara á ein slíkan fund. Tí um man bara skal á ein fund at hoyra tað sama, sum vit hava hoyrt fyrr, at einki verður øðrvísi, so gevur tað lítla meining at fara á fund, sigur Jógvan Philbrow. 

Somu løn sum onnur við somu útbúgving

Hann sigur, at Pedagogfelagið ynskir, at fólk við somu útbúgving fáa somu løn, og hetta er tað, sum felagið siktar eftir. 

- Vit hava víst á, at har er ein talva fyri fólk, sum hava eina bachelorgrad. Vit halda, tað er nátúrligt, at okkara fólk eisini verða lønt eftir hesari. 

Hetta segði Jógvan Philbrow við Kringvarpið, áðrenn hann fór á fund við álitisfólkini um gongdina í samráðingunum við lønardeildina í fíggjarmálaráðnum.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. mai
Morgunlestur fríggjadagur 24. mai 2024
175332
Hósdag 23. mai
RagnarRokk 23.mai 2023
174510
Hósdag 23. mai
RagnarRokk: Mark Tornillo um Humanoid
174509
Hósdag 23. mai
Jazzofonin - Ron Carter
175494
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066