- Eg taki sum givið, at málið kemur í gjøgnum

15.11.2017 - 16:10
Innlendis
- Eg taki sum givið, at málið kemur í gjøgnum
Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, væntar, at uppskot hennara um frádrátt fyri gjald til fakfeløg, fær undirtøku í Løgtinginum.

Í dag var uppskot lagt fyri Løgtingið um frádrátt fyri gjald til yrkisfeløg. Sonja Jógvansdóttir eigur uppskotið, sum nú er beint í fíggjarnevndina. Hon væntar, at málið fær undirtøku, tá tað kemur aftur til viðgerðar, tí orðaskiftið var toluliga positivt í dag.


Til 1. viðgerð í dag helt Helena Dam á Neystabø fyri Javnaðarflokkin uppskotið m.a. vera áhugavert, og tey ætla at viðgerða tað við vælvild. Pauli Trond Petersen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, segði m.a., at um ein avtala fyriliggur millum samgonguna og Sonju Jógvansdóttir, so skal hon haldast. Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn segði, at upphæddin sum skal til, er stór, og tað má man fyrihalda seg til, men málið verður viðgjørt.


Tað er tó ikki bert tí, at orðaskiftið tóktist at vera toluliga positivt, at málið væntandi fær undirtøku, men avtalan millum Sonju Jógvansdóttir og Aksel V. Johannesen, løgmann, skal fáa hetta málið í gjøgnum, tí málið er partur av avtaluni, sambært Sonju Jógvansdóttir. Tí er hon ikki í iva um, at málið kemur í gjøgnum, tí ein avtala er ein avtala, og samgongan má halda sín part av avtaluni.

Uppskotið um at loyva fólki at draga fakfelagsgjaldið frá í skatti verður mett at kosta 10 milliónir krónur í mistum skattainntøkum. Frádrátturin er ikki við í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2018.

Tá fíggjarlógaruppskotið var til 1. viðgerð í oktober gjørdi landsstýriskvinnan í fíggjarmálum greitt, at limir í fakfeløgum sleppa IKKI at draga limagjaldið til fakfelagið frá í skatti.

Kristina Háfoss heldur tað vera ruddiligari við einari stuðulsskipan, heldur enn einari frádráttarskipan. Men hvørki Sonja Jógvansdóttir ella limir í fakfeløgum fingu nakað lyfti frá landsstýriskvinnuni, tá málið varð umrøtt í samband við viðgerðina av fíggjarlógaruppskotinum.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860