Ruth Vang: Uppskotið er klárt

Ruth Vang: Uppskotið er klárt
- Uppskotið skal latast inn innan ein tíma, segði Ruth Vang, nú hon kom av samgongufundi um fíggjarlógina fyri næsta ár
Uppskotið til fíggjarlóg 2019 verður nú borið í løgtingið. Tað verður lagt fram fríggjamorgunin
 
25.09.2018 - 11:15

- Nú skuldi tað gjarna verið liðugt, og tað er tað eisini.

Tað segði Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini, tá hon fyri løtu síðani kom av samgongufundi í Tinganesi. Løgtingið skal hava uppskotið um fíggjarlóg 2019 á middegi í dag.

Ruth Vang úr Framsókn vildi ikki fara í smálutir, men segði bara, at hon var nøgd við fíggjarlógaruppskotið.

- Avbjóðingin hevur verið at funnið javnvágina millum at halda aftur og samstundis varðveita eitt tænastustig á vælferðarøkinum, og tað haldi eg, at vit hava megnað, segði Ruth Vang, sum tó viðgekk, at tað hevur fylt nógv, at hetta er seinasta fíggjarlógin, sum skal samtykkjast hjá hesi samgonguni, áðrenn løgtingsval verður í seinasta lagi 1. september næsta ár.

Spurd, um tað sæst í uppskotinum til fíggjarlóg, at samgongan skal finna eina semju í rokmálinum um smáu tunlarnar, svaraði Ruth Vang:

- Ikki mær vitandi, nei.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860