Peningastovnar ivasamir um flytingar frá Bitcoins

29.12.2017 - 14:01
Innlendis›Pengar
Peningastovnar ivasamir um flytingar frá Bitcoins
Tað kann gerast trupult at sleppa av við Bitcoins. Peningastovnar vilja treyðugt taka ímóti uphæddum, ið stava frá vinningi frá talgildum gjaldoyrum

Virðið á sonevndum crypto-gjaldoyrum, so sum Bitcoins, er fleirfaldað seinasta árið.

Men tað kann gerast trupult at sleppa av við talgildu gjaldoyruni aftur og fáa vinningin.

Fleiri peningastovnar eru lítið hugaðir at fáa pengaflytingar, ið stava frá sølu av talgildum gjaldoyrum,.

 - Útgangsstøðið hjá okkum sum peningastovni er, at vit fyrihalda okkum rættiliga kritiskt mótvegis peningi, ið stavar frá Bitcoin-handli, sigur Sverri Justinussen, leiðari í Betri Markets.

Illgruni um hvíttvasking

Orsøkin er, at gjaldoyruni eru torfør at spora; og tað kann stríða við herdu reglurnar um hvíttvasking. Tað merkir, at kundin skal upplýsa og skjalprógva, hvaðani pengarnir stava.

 - Er tað soleiðis, at vit í seiasta enda eru eitt sindur í iva, so kann kundin rokna við at blíva avvístur, sigur leiðarin á Betri Markets.

Eisini Banknordik, Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi siga, at teir vilja hava skjalprógv, um teir síggja, at pengar koma á kontuna uttan avsendara.

Sí eisini: Nýtt gjaldoyra komið til Føroya

Les eisini: Óvissa um vinningur frá Bitcoins skal skattast

Les eisini: Bitcoin fyri býttlingar

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334