- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bitcoin fyri býttlingar
Journalistur: Eli Bjartalíð
Nú hava vit øll sikkurt hoyrt okkurt um Bitcoin, men tað kann vera torført at skilja akkurát hvat tað er. Summi hava sikkurt ein vin, sum plágar um bitcoins. Kanska hevur tú sæð eina yvirskrift um líknandi, men eingin útgreinar hvat tað í verðuleikanum er.
Bitcoins eru tað mann kallar ein cryptocurrency; eitt dulmálsgjaldoyra, um mann umsetur beinleiðis. Tað eru fleiri sløg av cryptocurrency, sum t.d. Etherium, Ripple og Litecoin, men hesaferð tosa vit um størsta navnið. So her er ein lítil samandráttur um Bitcoin og cryptocurrency.
Hvat er ein cryptocurrency?
Cryptocurrency er eitt talgilt gjaldoyra, ið er trygt og summun førum dulnevnt, tessvegna kallað dulmálsgjaldoyra á føroyskum. Tað er eitt gjaldoyra, ið er samansett við alnótina, ið nýtur dulmálsskrift (cryptography), at spora sølu og flytingar.
Tað fyrsta crytpocurrency var Bitcoin, ið bleiv framleitt í 2009 og er framvegis tað størsta navnið innan cryptocurrency.
Bitcoin er langt frá einsamalt í trendinum av einum líknandi gjaldoyra, tað eru fleiri enn 1000 sløg av cryptocurrency á netinum, men einki hevur havt líka stóra ávirkan sum bitcoin.
Bitcoin hevur eisini stórsta virði út av øllum, tað liggur á uml. 16.000$, ið svarar til uml. 101.000kr per Bitcoin, í Desembur 2017.
Cryptocurrency nýtur miðspjaðings tøkni, ið loyvir brúkaran at gera tryggar gjaldingar og goyma pening uttan at nýta teirra navn ella fara gjøgnum ein banka. Tað koyrur uppá ein útbýttað almenna rokniskapartøkni, ið kallast blockchain, sum niðurskrivar allar flytingar og hvat hvør konto hevur.
Eindir, ella “krónur” av cryptocurrency t.d. Bitcoin eru framleittar av so kallaðum “mining”, ið kann kallast graving. Graving inniber nýtlsu av teldumegi, ið loysir støddfrøðiligar trupulleikar, sum síðani framleiður hesar “krónur”.
Brukarir kunnu eisini keypa eitt líknandi gjaldoyra gjøgnum ein umboðssølumann ella gjøgnum eina online sølusíðu, síðani goyma og nýta tað í einari talgildari mappu.
Hvat er ein blockchain?
Ein einkultur máti at síggja blockchain uppá, er at samanbera tað við Wikipedia. Við blockchain kunnu nógvir ymiskir brukarir innskriva eitt skjal við upplýsingum, har ein bólkur av brukarum kann rætta ella dagføra hesar upplýsingar. Sama við Wikipedia, har upplýsingarnir ikki er framleiðslan hjá einum rithøvundi, men einum bólki av rithøvundum. Eingin einkultur persónur kann hava vald á eini blockchain.
Tað er tó munur á Wikipedia og blockchain, ið møguliga er tyngri at svølgja.
Meðan bæði koyra uppá alnótina, so er Wikipedia bygd inn í World Wide Web (WWW) vegna einum viðskifta neti (client server).
Hvørjaferð ein brukari opnar Wikipedia, sær hann bara tí dagførdu síðuna, ella eitt so kallað høvðuskopi, meðan alt sum síðan hevur víst gjøgnum tíðina hevur bara Wikipedia sjálvt atgongd til.
Tann útbýtti datagrunnurin framleiddur av blockchain hevur grundleggjandi øðrvísi bakstøði, ið eisini er týdningarmiklasti munurin.
Høvðuskopiði hjá Wikipedia verður dagført á einum servara har allir brukarar síggja tí nýggju útgavuna á síðuni.
Meðan við blockchain hevur tú hvørja nodu (punkt, ið er samansett í systemi) í skipanini, ið kemur til somu niðurstøðu, hvør noda dagførur upplýsingingina sjálvstøðugt, har tað mest “populera” ritið verður tað almenna ritið.
Hví Bitcoin?
Um tú ert illgrunasamur móti bankum og líknandi formun av valdi, so er tað sjálvandi ein stórur mittasti fingur til “The man”, sum man sigur. Bitcoin trendurin er mest sum komin frá frælsisstríðsfólkum (libertarian) og anarkistum, ið vilja hava vald yvir egnum peningi, uttan at nakar annar skal uppí part, sum t.d. bankar, leiðslur og statir.
Summi keypa Bitcoin, sum íløgu og síggja tað sum partabrøv, meðan onnur hava hildi uppá Bitcoin í áravís og bara bíða inntil tað verður góðtikið sum eitt altjóða gjaldoyra.
Ein atfinning ímóti Bitcoin er tó, at tað verður nýtt av yvirgangsfólkum og líknandi brotsmonnum av tí, at tað er dulnevnt, men tað er sjálvandi ein atfinning, ið kann vendast móti øllum formun av gjaldoyrum.
Hesar somu atfinningar fekk alnótin í 90’inum, “alnótin er fyri yvirgangsmenn og porno” bleiv blakað runt aðrenn man skilti fyrimunin.
Nýggj tøkni kann og fer altíð, at misnýtast av summum fólkum, men sum oftast gagnar tað meir, enn hvat tað skaðar.
Ein Bitcoin hevði eitt virði uppá minni enn 150 krónur í 2013, meðan í hevur ein Bitcoin eitt virði uppá meir enn 100.000kr, har stórur parturin av vøkstrinum er komin í 2017.
Bitcoin “frøðingar” duga seg siga at Bitcoin fer tey næstu árini upp ímóti teimun 500.000.- stykki, nú tað blívur spakuliga “mainstream” at eiga og nýta Bitcoin, sjálvt Bill Gates hevur grunda um bjørtu framtíðina hjá Bitcoin.
Eitt gott tip hevði verði at keypt sær Bitcoin fyri nøkur oyru í dag aðrenn tað er forseint, men sjálvandi bara nýt pening, ið tú er klár/ur at missa.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |