Ógvuslig álop ein partur av týska gerandisdegnum

08.04.2018 - 15:55
Útheimurin
Ógvuslig álop ein partur av týska gerandisdegnum
Tað er ræðandi, at fólk eru vorðin von við ógvuslig álop og hendingar, heldur Kára Petersen, sum býr í týska býnum Münster.
Mynd: AP / Facebook  

- Fólk eru ótrygg, men hava eisini góðtikið, at yvirgangur og ógvusligar hendingar nú eru ein partur av týska gerandisdegnum, og tað er ræðandi. 

Tað heldur Kára Petersen, sum er ættað úr Fuglafirði, men býr í týska býnum Münster, har ein maður í gjár koyrdi inn í eina mannamúgvu, sum sat uttan fyri eina kafe. 

Hendingin hevur ikki tilknýti til altjóða yvirgang, sigur løgreglan.

48 ára gamli maðurin, sum koyrdi vørubilin, hevði sálarligar trupulleikar, og hann skeyt seg sjálvan eftir hendingina.

 

Tvey fólk latið lív

Fyrstu tíðindini vildu vera við, at trý fólk høvdu latið lív. Men týska løgreglan sigur nú, at tvey fólk doyðu, ein 51 ára gomul kvinna, og ein 65 ára gamal maður.

Meira enn 20 fólk vórðu løstað. Seks teirra eru illa løstað.

Býurin Münster er tætt við hollendska markið, 100 kilometrar norðan fyri Dortmund.

Stutt fyri jól í 2016 doyðu 11 fólk, tá ein lastbilur koyrdi á eina mannamúgvu í Berlin.

Tunesarin, Anis Amri, hevði rænt ein lastbil og koyrdi á mannamúgvuna á einum jólamarknaði í miðbýnum í týska høvuðsstaðnum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. mai
LEITISSTEIN 21.05.2024 (Týr)
175393
Týsdag 21. mai
Samværi 036 - at útseta
175144
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303