Skot á jólamarknaði í Strasbourg

Skot á jólamarknaði í Strasbourg
Ein maður skeyt frá hond í einum jólamarknaði í miðbýnum í Strasbourg í gjárkvøldið. Løgreglan jagstrar framvegis gerningsmannin.
 
12.12.2018 - 09:29

Franska løgreglan jagstrar framvegis ein mann, sum skeyt frá hond í einum jólamarknaði í miðbýnum í Strasbourg í gjárkvøldið, og talan er um yvirgang, skriva altjóða tíðindastovur.

Í minsta lagi trý fólk eru deyð, og 12 eru særd.

Løgreglan sigur, at tað stendur um lív hjá seks fólkum.

Løgreglan hevur tvær ferðir í nátt verið í skotbardaga við mannin, sum verður hildin at vera gerningsmaðurin, men í báðum førum er hann sloppin til rýmingar.

Løgreglan hevur havt eyguni eftir manninum, sum er 29 ára gamal, og hann er á listanum yvir víðgongdar persónar.

Alt økið kring jólamarknaðin varð byrgt av, og fólk vórðu biðin um at halda seg innandura, men í morgun er útgonguforboðið sett úr gildi.

Edouard Philippe, forsætisráðharri, hevur mannað eitt kreppuráð við umboðum fyri ymsu ráðharrastovurnar, og Macron, forseti, verður eisini javnan kunnaður um støðuna. 

Evropatingið hevði fund í Strasbourg í gjár, men eftir atsóknina at jólamarknaðinum varð fundurin slitin, og tingfólkini vórðu biðin um at ikki at fara úr bygninginum.

Jólamarknaðurin í Strasbourg er ein tann størsti av sínum slag yvirhøvur, og umleið tvær milliónir fólk vitja marknaðin í jólamánaðinum.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860