Eik-málið er útsett

bannari
09.04.2018 - 12:12
InnlendisPengar
Eik-málið er útsett
Rættarmálið millum Fíggjarligt Støðufesti og leiðsluna í gamla Eik banka í Føroya Rætti er útsett til 27. august

Partarnir vilja fyrst gera seg lidnar við málið um Danska Eik Banka í Eystara Landsrætti.

Fíggjarligt støðufesti hevur stevnt leiðsluni í gamla Eik fyri at hava havt ábyrgd av, at bankin fór av knóranum á heysti 2010.

Rættarfundur um leiðsluna í gamla Eik banka var settur á skrá til í morgun, í morgin og mikudagin. Men tá ið útvarpið møtti upp fyrrapartin, stóðu hølini tóm.

Alt málið um leiðsluna í gamla Eik er útsett til 27. august. Orsøkin er, at rættarmálið um danska Eik banka, sum hevur verið í Eystara landsrætti, samstundis er minkað í vavi, og at partarnir nú vilja avgreiða danska málið fyrst.

Peter Flügge er ein av dómarunum í rættarmálinum um leiðsluna í gamla Eik.

- Partarnir hava ynkst at útseta málið. Har er ein broyting í próvførsluni í einum máli, sum er líkt hesum máli, sum er í Eystara landsrætti, har talið av vitnum er minkað munandi. Tað hevur eisini við sær, at málið í Eystara landsrætti helst verður avgreitt fyrr, enn væntað varð áðrenn. Ein treyt fyri hesum er tó, at málið Føroya Rætti verður útsett, sigur Peter Flügge. 

At málið nú verður útsett hevur tó ikki við sær, at dómur í málinum fer at koma seinni.

Danska málið verður avgreitt í august, og tí fara partarnir at kunna hugsavna seg um føroyska málið í heyst, sigur Peter Flügge.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. mai
Norðurljóð 20. mai 2024
175334
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297