Stórur feilur í bókhaldinum hjá Tórshavnar kommunu

17.05.2018 - 18:27
InnlendisPengar
Stórur feilur í bókhaldinum hjá Tórshavnar kommunu
Komið er undan kavi, at Tórshavnar kommuna skyldar meira enn 900 tímaløntum løn heili 14 ár aftur í tíðina

Tórshavnar kommuna hevur í samfull 14 ár ikki rindað tímaløntum starvsfólki ta samsýning, sum tey hava havt rætt til fyri sættu feriuvikuna.
Bara fimm tey seinastu árini er talan um 917 tímalønt.
Í nógv størstan mun er talan um kvinnur, sum arbeiða á eldraøkinum, men eisini onkur á dagstovnum og á tekniska økinum eigur pening til góðar.
Elsa Johanna Høgenni er starvsfólkaleiðari í Tórshavnar kommunu. Vit spurdu hana, hvussu eitt slíkt mistak kann henda, og hví tað ikki er komið fyri ein dag fyrr enn nú, heili 14 ár seinni.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012