Føroyski búskapurin er styrktur

10.06.2018 - 13:07
InnlendisPengar
Føroyski búskapurin er styrktur
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, sigur, at føroyski búskapurin er styrktur munandi, nú ein hálv milliard av føroyskari skuld er strikað

Í dag er ein hálv milliard av føroyskari skuld strikað.

20 ár eru liðin, síðani Danmark og Føroyar gjørdu avtalu um lán. Avtalan segði, at lánið fall burtur, um Føroyar ikki funnu ráðevni, til dømis olju, í undirgrundini næstu 20 árini. Tað er ikki hent, og lánið er tí strikað í dag.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum sigur, at føroyski búskapurin við hesum er styrktur, og at punktum loksins er sett við ein dapran kapittul av føroyskari søgu.

Samstundis merkir hetta, at uttanlandsskuldin hjá landskassanum verður eina hálva milliard minni, og tað er fíggjarmálaráðharrin fegin um. 

Við lækkaðu skuldini gerst møguleikin hjá Føroyum eisini betri at læna fleiri pengar, skuldi tørvur verið á hesum. 

- Í løtuni hava vit eina lutfalsliga skuld ikki minst samanborið við restina av Evropa, og búskapurin er sterkur. So eg vænti, at skuldi tað komið har til, at vit høvdu tørv á at læna nakrar krónur, skuldi tað í løtuni ikki verið nakar trupulleiki, sigur Kristina Háfoss millum annað. 

Hoyr samrøðuna við Kristinu Háfoss omanfyri. 

Tað var Anfinn Kallsberg, sum gjørdi avtaluna við danir. Hann var løgmaður í 1998 og segði við Dag & Viku fríggjakvøldið, at einki stóð um 20 ára tíðarskeiðið í upprunaliga uppskotinum um avtaluna.

Danir bókførdu beinaveg lánið sum eina útreiðslu, og tí hevur avskrivingin í hesum mánaðinum ongar útreiðslur við sær nú fyri danir.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. mai
Morgunlestur mikudagur 29. mai 2024
175635
Mikudag 29. mai
LEITISSTEIN 28.05.2024
175754
Týsdag 28. mai
Mono: Jóhann G. Jóhansson (4:5)
175720
Týsdag 28. mai
Breddin: Støðan í verkfallinum
175705
Týsdag 28. mai
Morgunlestur týsdagur 28. mai 2024
175633
Nýggjastu sendingar í SV