- Vit eru blivin betri

20.06.2018 - 13:35
InnlendisSamfelag
- Vit eru blivin betri
Síðstu árini eru myndugleikarnir blivnir betri til at lofta fólki við samansettum trupulleikum, sigur stjórin í Almannaverkinum.

Eitt sera álvarsligt mál kundi verið umgingið, um Almannaverkið ikki hevði noktað einum ungum manni ta viðgerð, sum læknarnir á psykiatriska depilinum viðmæltu.

Tað segði Jógvan Páll Lassen, verji hjá einum 22-ára gomlum manni, sum varð dømdur til sálarfrøðiliga viðgerð í óásetta tíð í sonevnda "øksarmálinum".

Maðurin fekk staðfest sálarsjúku í 2011, men hevur onga hjálp fingið, sigur verjin, hóast læknarnir høvdu funnið eitt pláss til hann í Danmark.

Stjórin í Almannaverkinum, Edvard Heen, kann ikki úttala seg um einkultmál, men sigur, at tað, sum ofta er galdandi í tílíkum málum, er, at tey hoyra undir fleiri myndugleikar, og tað kann hava avbjóðingar við sær. Men seinnu árini eru mynduleikarnir blivnir betri til ar arbeiða saman.

Øksarmálið var eitt sera álvarsligt mál. Tveir mans, tann eini er sálarsjúkur, høgdu ein annan mann við øks so illa, at hann mundi doyð.

Hoyr innslagið omanfyri.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444