Poul Michelsen skal hitta Macron

28.08.2018 - 12:02
InnlendisPolitikkur
Poul Michelsen skal hitta Macron
Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum skal hitta franska forsetan. Hann er boðin til móttøku, sum Emmanuel Macron hevur í Danmark.

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, skal eisini hitta franska forsetan. Hann er boðin til móttøku, sum Emmanuel Macron skal hava í Danmark.

- Tað er sum uttanríkisráðharri, at eg eri boðin, og tá man er boðin soleiðis, so tekur man av, sigur Poul Michelsen um innbjóðingina til móttøkuna hjá Macron. 

Landsstýrismaðurin vónar, at luttøkan kann vera við til, at Føroyar fær eitt betri samstarv við ES. Tó veit hann ikki, um møguleikin fyri at práta við franska forsetan verður til staðar.

- Eg veit ikki, um eg havi møguleika fyri at fáa hann undir fýra eygum, men fari eg ikki, so havi eg í øllum førum ikki møguleikan. Vit satsa upp á, at tað kanska er ein møguleiki, og tað at presentera í Føroyar í slíkum samanhangi skaðar neyvan - tvørturímóti, trúgvi eg, sigur Poul Michelsen. 

Hoyr Poul Michelsen, uttanríkisráðharra, greiða frá omanfyri.

Aksel V Johannesen, løgmaður, er boðin til døgurða, sum Margretha drotning heldur fyri franska forsetanum á Christianborg. Men hann hevur givið avboð.

Í skrivligum svari til útvarpið sigur løgmaður soleiðis um avgerðina:

"Øll farna vika fór við umboðan, fyrst vitjaðu amerikanski og finski sendiharrin í Keypmannahavn og seinni í vikuni kom krúnprinshúskið til Føroya. Nú fíggjarlógararbeiðið er byrjað, og vit seinni í vikuni skulu hava eitt landsstýrisseminar, har raðfestingarnar fyri seinasta árið í valskeiðinum skulu gerast, var tað mín meting, at tað var rætt at takka nei hesaferð", skrivar Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444