- Eitt loyvi afturat hevði tryggjað virksemið

30.09.2018 - 18:38
InnlendisVinna
- Eitt loyvi afturat hevði tryggjað virksemið
Hevði Marine Harvest fingið eitt aliloyvi aftrat, so høvdu umstøðurnar hjá felagnum verið munandi betri og tryggari, sigur stjórin á Marine Harvest

Hevði Marine Harvest fingið eitt aliloyvi afturat, so høvdu umstøðurnar hjá felagnum verið munandi betri, og meir arbeiði hevði verið til fólkini, sum herfyri byrjaðu at arbeiða á nýggja virkinum á Strondum.

Felagið hevur trý aliloyvi, og tí kunnu starvsfólkini rokna við, at tey av og á mugu til hús, tí nóg mikið er ikki av laksi at hagreiða, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest.

- Tað eru tíðarskeið á árinum, har vit ikki hava fisk. Í løtuni hava vit trý aliloyvir, og tá vit nýta øll til fulnar, so verða tað øgiliga stuttir steðgir, sigur Hans Jákup Mikkelsen. 

Sambært Hans Jákup Mikkelsen er orsøkin til steðgirnar í virkinum, at felagið ikki hevur nóg nógvan fisk at hagreiða. 

- Tað er tí, at vit hava ov fá øki. Tað hevði verið skilagott, um vit høvdu eitt aliloyvi afturat. Tí høvdu vit havt fýra aliloyvi, so koyrdi virkið hvønn, og arbeiðsplássini høvdu verið meira trygg, sigur stjórin í Marine Harvest. 

Nú felagið fyri fyrstu ferð hevur sítt egna virki, hevur felagið valt at broyta navnið á teirra vøru til Rinka. Navnið kemur frá Rinkusteinum í Oyndarfirði, har fyritøkan hevur nógv virksemi.

Hoyr samrøðu við Hans Jákup Mikkelsen, stjóra á Marine Harvest, omanfyri.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444