Skúladagurin er ov langur og ov bókligur

16.11.2018 - 11:54
InnlendisSamfelag
Skúladagurin er ov langur og ov bókligur
Skúlastjórin í Skúlanum á Fløtum í Havn heldur, at skúladagurin í føroyska fólkaskúlanum skal endurskoðast.

- Eg haldi, at skúladagurin í føroyska fólkaskúlanum er ov langur. Vansin er, at næmingarnar verða troyttir, sigur Regin Marnersson, sum er skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum í Havn.

- Og eg haldi eisini, at skúladagurin í føroyska fólkaskúlanum er ov bókligur. Tað er ov lítil rúmd fyri tí handaliga, skoytir hann uppí.

Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur lagt upp til eitt orðaskifti um føroyska fólkaskúlan. Skúlastjórar halda, at skúladagarnir eru ov langir, og tað er ein bági fyri hugin hjá børnunum at læra.

Landsstýriskvinnan vil hava útgreinað, um kravda tímatalið hjá øllum árgangum skal lækka tveir tímar um vikuna.

- Tveir tímar er eitt ov lítið stig, heldur Regin Marnersson.

Føroysk børn eru eisini longri í skúla enn børn í hinum norðanlondunum, uttan í Danmark.

Í Føroyum eru eisini kravdir máltímar, og væl færri listatímar enn í hinum norðanlondunum.

 

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444