Felagið Trolbátar vil hava fleiri fiskidagar

bannari
09.12.2018 - 18:45
InnlendisPolitikkur
Felagið Trolbátar vil hava fleiri fiskidagar
-Var nakað høpi í ásetingini av fiskidøgum, so fingu vit fleiri fiskidagar næsta ár enn í ár, sigur Bjarni í Skálum um ætlanina at skerja 10 prosent

- Uppskotið at skerja fiskidagarnra ber brá av fávitsku og manglandi framtíðarhugsan fyri fiskarí undir Føroyum, sigur Bjarni í Skálum í sínum skund-hoyringar-svari til Fiskimálaráðið undan fundinum í morgin.
 
Bjarni í Skálum er formaður í Felagnum Trolbátar í bólki-4T, sum stendur til at missa 113 fiskidagar, verður ætlanin hjá landsstýrismanninum at skerja fiskidagarnar 10 prosent veruleiki. Fyri trolbátarnar í bólki-4T merkir tað, at fiskidagarnir fara úr 1173 niður í 1060 dagar.
 
Bjarni í Skálum vísir á, at fiskiárið 2005-2006 brúkti bólkur-4T 2443 dagar til at fiska góð 5100 tons av botnfiski. Tá vóru umleið 20 trolbátar í vinnu, og liviumstøðurnar hjá fiski vánaligar. Farna fiskiár brúkti sami skipabólkur 1111 dagar til at fiska 3400 tons. Tá vóru sjey trolbátar í vinnu, og liviumstøðurnar hjá fiski sera góðar. 
 
- Hetta eigur at fáa Fiskimálaráðið at vakna og innsíggja, at dagatalið er blivið ov lágt, og um nøkur broyting skal gerast, mæla vit til at økja dagatalið til bólk-4T, soleiðis sum útlitini eru í dag, sigur Barni í Skálum í hoyringarsvarinum.
 
Hoyr samrøðu við Bjarna í Skálum við at trýsta á pílin undir myndini
 
 
 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. mai
Morgunlestur týsdagur 28. mai 2024
175633
Mánadag 27. mai
Norðurljóð 27.mai 2024
175665
Mánadag 27. mai
Hákan valdi Páll...
175653
Mánadag 27. mai
Morgunlestur mánadagur 27. mai 2024
175632
Nýggjastu sendingar í SV