Ikki meiriluti fyri at áseta fiskidagar

bannari
Ikki meiriluti fyri at áseta fiskidagar
Tveir høvuðstættir í fiskivinnuni hanga framvegis í leysum lofti, nú tað styttist til, at løgtingið fer í jólafrí.
 
12.12.2018 - 14:38

Politiskur meiriluti er framvegis ikki fyri at áseta fiskidagarnar fyri 2019, og politiskur meiriluti er heldur ikki fyri at áseta veiðigjaldið, sum verður mett sum fíggjarligi bulurin í fiskivinnunýskipanini.

Sosatt hanga tveir høvuðstættir í fiskivinnuni framvegis í leysum lofti, nú tað styttist til, at løgtingið fer í jólafrí.

Í dag er ein mánaður, síðani landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum boðaði frá, at fiskidagaskipanin heldur fram í 2019, hóast lógin um sjófeingi sigur, at trolarar í bólki-2 og línuskip í bólki-3 fara yvir til eina kvotuskipan á nýggjárinum.

Enn er tó einki uppskot um fiskidagar fyri 2019 komið úr Fiskimálaráðnum.

Lógaruppskotið um veiðigjald varð lagt fyri løgtingið av "fíggjarlógar-tekniskum" ávum, saman við fíggjarlógaruppskotinum, síðst í september. Men frá fyrsta degi var greitt, at meiriluti er ikki fyri júst hesum uppskotinum.

Sambært fíggjarlógaruppskotinum skal landskassin fáa 355 milliónir krónur í avgjøldum frá fiskivinnuni næsta ár, bæði frá veiðigjøldum og uppboðssølu av rættindum at fiska.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444