Leita aftur í dag

14.01.2019 - 12:02
Innlendis112
Leita aftur í dag
Tyrlan fer aftur í dag at leita eftir ferðamanninum, sum er horvin á Fugloynni

Aftur í dag verður leitað eftir einum ferðamanni, sum fór til Fugloyar fríggjadagin tann 11. januar, men sum ikki er sæddur síðani.

Men í dag verður bara leitað við tyrlu. Hált og kavi er, og tí er ikki ráðiligt at senda fólk í hagan at leita.

Tað var fríggjadagin, at ein maður úr Eysturríki fór til Fugloyar við tyrluni. Maðurin kom út við tyrlu um middagstíð og skuldi inn aftur við Rituni seinnapartin.

Men veðrið var einki serligt fríggjadagin, og tí legði Ritan ikki at í Kirkju sum vanligt, men fór til Hattarvíkar í staðin. Eingin ferðamaður var at síggja, hvørki í Hattarvík ella Kirkju.

Tað fekk fólk at stúra og løgreglan fekk boð, men tá var longu so myrkt og keðiligt veður, at tað var ikki ráðiligt at fara at leita.

Maðurin er 29 ára gamal og kom til Føroyar tann 10. januar. Hann tosaði hálvbrotið enskt og segði seg ætla sær ein túr í fjøllini. Maðurin hevði ein ryggsekk, men var annars ikki serliga væl ílatin, segði vakthavandi á løgreglustøðini í Havn leygarmorgunin.

Tyrla, verjuskip, løgreglufólk við hundum og staðkend fólk leitaðu kring alla oynna leygardagin, men enn hevur einki lívstekin verið frá manninum. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444