Nón

Nón 26.03.19 - Tematýsdagur um mál og Hammershaimb
26-03-2019
Vit varpa ljós á móðurmálið og málmenning, nú 200 ár eru liðin síðani V. U. Hammershaimb varð borin í heim

Mánadagin 25. mars 2019 vóru 200 ár liðin, síðani V. U. Hammershaimb varð borin í heim, og tískil fara Hammershaimb og føroyska málið at myndað henda TemaTýsdag í Nón.

Í samband við 200 ára haldið hava trý langabbabørn V. U. Hammershaimb verið á vitjan. Vit hittu Jørn Ulrik, Evu og Margrethe Hammershaimb í søguliga umhvørvinum í Gamla Prestagarðinum á Nesi.

Christer Lindqvist, ið er professari við Universitetið í Greifswald, hevur skrivað bók, har hann vísir á, at Hammershaimb hevði ein lutfalsliga lítlan leiklut í at gera tað føroyska skriftmálið. Vit spyrja Christer, hví hann kemur til hesa niðurstøðu.

Hvat nýtt er í granskingini hjá Christer Lindqvist, og hvørjar eru høvuðsavbjóðingarnar, tá talan er um at menna málið, eru tveir av spurningunum, ið vit seta Sólvá Jónsdóttir, ið er forkvinna í Málráðnum.

Hvussu kann máltøkni bera okkum framá var heiti á fyrilestri hjá Sjúrði Gullbein, ið er cand. phil. og limur í Málráðnum. Vit fáa orðið á Sjúrð í byrjanini av seinra tímanum. Júst máltøkni fekk stóra rúmd í hátíðarhaldinum av Hammershaimb, sum Setrið skipaði fyri í gjár.
Vit skifta orð um evnið við Trond Trosterud, ið er professari við Universitetið í Tromsø, og Jógvan í Lon Jacobsen, ið er professari á Fróðskaparsetri Føroya.

Hvussu eigur føroyska málið og føroysk máltøkni at raðfestast hægri? Vit spyrja Honnu Jensen, sum er landsstýriskvinna í skúlamálum.

V. U. Hammershaimb tók stig til at byggja prestagarðin á Nesi, og nú ætlanir eru at um at endurskapa prestagarðsfjósið omanfyri Gamla Prestagarðin, skifta vit orð við Palla Gregoriussen, arkitekt, sum hevur teknað nýggja savnsbygningin, og Kára Mikkelsen, ið er ein av fyrireikarunum.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022