Nón

Listastuðulsskipanir skulu læra av hvørjum øðrum
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi

Í síðstu viku hittust 40 fólk úr norðurlondum, sum arbeiða við list, fyri at skifta orð og deila vitan um, hvønn leiklut hugtøkini listarlig góðska og armslongdarmeginregglan hava - serliga tá talan er um listastuðulsskipanir.  

Netverksfunurin var fyriskipaður av Norðurlandahúsinum, Nordisk Kulturfond og tankasmiðjuni A/nordi/c, og luttakararnir vóru m.a. granskarar, listafólk, mentanartíðindafólk og mentanarstovnar úr norðurlondum.

Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru torgreidd og kunnu broytast í tráð við at samfelagið broytist. Eitt nú kann hugtakið listarlig góðska altíð diskuterast, tí fatanirnar av hugtakinum broytast og eru ymisk. Og fatanin av armslongdarmeginreggluni hevur broytt seg gjøgnum søguna, og kann tulkast ymiskt í praksis, vísir Ove Kaj Pedersen, professari emeritus á.

Tí er neyðugt áhaldandi at skifta orð um hesi hugtøk, var ein niðurstøða á kervisfundinum. 

Ein onnur niðurstøða var, at hóast listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, so eru munir í praksis. Í nógvum førum snúgva munirnir seg um, hvussu mann heilt ítøkiligt skipar seg fyri at tryggja armslongd og listarliga góðsku?

- Tær stóru sentralu stuðulsskipanirnar eru sera professionaliseraðar, men kunnu gerast heldur stirvnar og bureaukratiskar. Tær smáu kunnu hinvegin vera ov ógreiðar, men tilgongdin vera skjótari og minni stirvin. Tí kunnu smáu og størru stuðulsskipanirnar læra av royndunum hjá hvørjum øðrum, var ein niðurstøða á netverksfundinum.

Lurtið eftir samrøðunum við Elinu Sigfusson, stjóra í tankasmiðjuni A/nordi/c, sum var høvuðssamskipari av norðurlendska listakervisfundinum, Ellen Wettmark, stjóra í Bonniers kunsthall í Stockholm, og nevndarlim í Svenska konstnarsnevden, og Ova Kaj Pedersen, profesara emeritus.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022