Nú skulu seinastu tøkini takast

06.04.2019 - 13:27
Innlendis
Nú skulu seinastu tøkini takast
Vit eru nú til reiðar at taka tey seinastu tøkini til at stovnseta føroyska tjóðveldið, var greiði boðskapurin í formansrøðuni hjá Høgna Hoydal.

Føroyar eru nú meira klárar enn nakrantíð at gerast ein sjálvstøðug tjóð. Tað var niðurstøðan í formansfrágreiðingini hjá Høgna Hoydal á ársliga flokstinginum hjá Tjóðveldinum í Hovi fyrrapartin.  

Undir yvirskriftini "Saman fremja vit loysingina" heldur Tjóðveldi flokstingið í kommunuskúlanum í Hovi. Byrjað varð longu í gjárkvøldið, tá millum annað val av starvsnevnd, grannskoðarum og tiltakslimum var á skránni.

Klokkan 10 í dag helt Høgni Hoydal, floksformaður, røðu, og boðskapurin var greiður: "Saman loysa vit! Vit hava tikið ódnartøk saman. Vit eru klár at taka tey seinastu tøkini at skipa tær frælsu Føroyar fyri alt fólkið í landinum". Í røðuni, sum eisini liggur á heimasíðuni hjá Tjóðveldi, vísur Høgni Hoydal á, at flokkurin hetta valskeiðið hevur tikið tung tøk, og bygt súlurnar upp undir einum frælsum Føroyum fyri øll, og sambært Tjóðveldi hava Føroyar ongantíð verið nærri at skipa seg sum sjálvstøðuga tjóð.

"Fyri áleið 25 árum síðani varð danski blokkstuðulin 25% av føroyska búskapinum. Í dag er hann 3% av tí, sum vit framleiða. Vit skapa sjálv 97% av øllum. Og okkara egnu inntøkur til landskassan eru vaksin meira enn blokkstuðulin hesi 4 árini vit hava sitið. Vit kunnu nú leggja fram okkara ítøkiligu uppskot og krøv til, hvussu blokkstuðulin verður minkaður burtur. Hartil skal eisini fíggjast allur lestrarstuðul uttanlands til føroysk lesandi, sum er mettur til uml. 80 mió" stendur í formansfrágreiðingini.

Ítøkilig mál

Nøkur av ítøkiligu málunum, sum Tjóðveldi vil fremja til komandi valini, eru sambært flokkinum: 
- Uppaftur ítøkiligari mál fyri at leggja um til grøna orku, har tað verður gjørligt hjá øllum at fíggja umlegging til grøna orku
- At tryggja, at ongin livir í fátækraváða í Føroyum
- At tann gjógvin, sum er millum økir í landinum mjækkar. Serliga Suðuroyggin, Sandoyggin, útoyggjar og smábygdir eru enn í heilt øðrvísi støðu enn onnur pláss í landinum. Og her hava vit fleiri átøk at fremja.
- At tryggja bústaðarmøguleikar og sámiliga fígging at seta búgv kring landið

- At farið verður undir Suðuroyartunnil, tá ið Sandoyartunnilin er liðugur er sjálvsagt, og at hinir tunnlarnir eisini verða raðfestir. 

Sambært Tjóðveldi er valið nú, um seinastu tøkini skulu takast til at stovnseta Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð, fíggja egnu vælferð eftir norðurlendskum leisti og virðum, og byggja eitt samfelag á frælsi, samhaldsfesti og somu rættindi og virðing til øll fólk í landinum. Ella um vit í Føroyum skulu bakka aftur í fortíðina. 

TIl ber at síggja alla formansrøðuna á heimasíðuni hjá Tjóðveldi. www.tjodveldi.fo

Lurtið eftir samrøðuni sum útvarpið gjørdi við Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi, í tíðindunum klokkan 12.20 í dag.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860