Páll á Reynatúgvu: - Eg eri skelkaður

07.04.2019 - 15:52
InnlendisPolitikkur
Páll á Reynatúgvu: - Eg eri skelkaður
Hetta er harður kostur, men eg havi ikki sjálvur hoyrt tað enn, tí vísi eg til flokkin í fyrsta umfari, sigur løgtingsformaðurin

Forkvinnan í tingbólkinum hjá Tjóðveldi, Annita á Fríðriksmørk, er gird í brøkur, eftir at stroymingin frá flokstinginum í Hovi í gjár avdúkar, at hon í einum steðgi sigur, at Páll á Reynatúgvu, tingformaður, er ein "stórur egoistur og psykopatur".

Tjóðveldi tók alt flokstingið upp, og við steðgum er upptøkan meira enn átta tímar.

Og tað er í einum steðgi, at Annita á Fríðriksmørk sigur við ein dana, sum hon prátar við, tey lítið penu orðini um floksfelagan, Páll á Reynatúgvu.

Tað var heimasíðan, News.fo, sum bar tíðindini fyrr í dag.

Egoistur og psykopatur

Danin tosar um "eksklusiónsreglurnar", og tey tosa eisini um fólkatingssessirnar, sum Páll á Reynatúgvu hevur lagt uppskot fram um at fáa strikaðar.

Annita á Fríðriksmørk sigur í tí sambandinum, at hon heldur seg kenna grundina til, at Páll á Reynatúgvu hevur lagt hetta uppskotið fram.

- Hann hevur stillað upp til fólkatingsvalið fimm ferðir, og so kemur Magni og fær túsund atkvøður, sigur hon.

- Hann er ein stórur egoistur og psykopatur, sigur Annita á Fríðriksmørk, og sigur eisini, at Páll á Reynatúgvu tolir ikki atfinningar, og at hann hevur strikað tey flestu í tingbólkinum, sum hava tala honum ímóti, sum vinir á facebook.

Skelkaður

Páll á Reynatúgvu, tingformaður og floksfelagi hjá Annitu á Fríðriksmørk, hevur onga viðmerking til málið í dag.

- Eg eri skelkaður av tí, sum eg havi fingið endurgivið. Hetta er harður kostur, men eg havi ikki sjálvur hoyrt tað enn. Tí fari eg at vísa til flokkin í fyrsta umfari, sigur hann.

Spurdur um hann tekur ímóti umberingini, sum Annita á Fríðriksmørk kom við í telefonini fyrr í dag, svarar hann:

- Eg havi onga viðmerking.

Hoyr ljóðbrot úr samrøðuni millum ein dana og Annitu á Fríðriksmørk.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012