Nón

Nón 15.10.19 - tematýsdagur um vinaløg
15-10-2019
Hvat er ein góður vinur, og hvønn týdning hava góðir vinir?

Vit støkka inn á gólvið hjá Beggu Ellingsgaard, har vit hittu vinkonurnar Beggu og Elsebeth.

Vit hitta eisini Kenneth Bærentsen, sum saman við sínum vinfólkum, raðfesta samanhaldið so mikið høgt, at tey hava sett vinarlagið í fasta skipan.

Vinaløg og samvera eru í nógvum førum ein fortreyt fyri at tú kanst koma í javnvág sum menniskja, sigur ráðgevin og kveikjarin Poul Jákup Thomsen, sum vit hittu í felagshølunum hjá Bátafelagnum.

Hvat eru vinir, hví er umráðandi at hava vinir, og hvat hendir, um vit ikki hava vinir. Hesar og aðrar spurningar viðgera vit saman við Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingi, Bergi Debes Joensen, presti, og Suna Poulsen, sálarfrøðingi.

Tað longsta tíðarskeiðið vinkonurnar Sissal og Marita ikki hava havt samband - antin sæst, tosa í telefon ella seinnu árini havt netsamband - seinastu 35 árini, er tríggjar vikur (Í sendingini verður sagt, at tær hava sæst í minsta lagi 3. hvørja viku, men hetta er ikki rætt). Orsøkin til, at tær gjørdust hjartavinkonur, er at tær báðar vóru eitt sindur av tveimum "outsidarum", tá tær hittust.

Hoyr allan tematýsdagin um vinaløg.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022