Beinir stillar ikki uppaftur til kommunuvalið

07.02.2020 - 13:08
AktueltPolitikkur
Beinir stillar ikki uppaftur til kommunuvalið
Torført at røkja bæði løgtings- og býráðssessin í senn, sigur Beinir Johannesen, sum var atkvøðuslúkur hjá fólkaflokkinum á løgtingsvalinum
Beinir Johannesen gevst í kommunalpolitikki

Tak niður

Beinir Johannesen stillar ikki uppaftur til býráðsvalið í Klaksvík í heyst.

Hann sigur, at tað er torført at røkja bæði løgtings- og býráðsessin í senn, og tvístøður kunnu eisini taka seg upp.

Beinir Johannesen varð valdur í býráðið í Klaksvík fyri fýra árum síðani.

Á løgtingsvalinum í fjør gjørdist hann atkvøðuslúkur hjá Fólkaflokkinum.

Beinir Johannesen fekk 995 persónligar atkvøður.

 
 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Andakt við Emil Olsen, presti
109624
Mánadag 1. juni
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
109572
Sunnudag 31. mai
Andakt við Emil Olsen, presti
109555
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Glyvra kirkju.
109558