Russland hevur spurt um føroysku havnirnar

Russland hevur spurt um føroysku havnirnar
Løgmaður hevur svarað fyrispurningi frá Beini Johannesen, løgtingsmanni
Løgmaður sigur, at tað hevur vakt ans uttanlands, at russisku skipini sleppa í føroyskar havnir, tá tey ikki sleppa til Íslands. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
23.06.2023 - 08:18

Russarar hava spurt í Føroyum, hvussu verður við føroysku havnunum, nú landsstýrið hevur boðað frá tiltøkum móti Russlandi.

Um eingi stig vera tikin, er eingin orsøk at halda, at russisku um- og uppskipingarnar av kongafiski úr Irmingarhavinum í føroyskum havnum høvdu minkað í ár. 

Til dømis hava verið nakrir fyrispurningar frá russum um, hvørjar reglur eru galdandi.

Hvussu verður í ár vil altíð vera ein meting, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Aftra seg við at koma til Føroya

Hann sigur, at møguligar ábendingar eru um, at orðaskiftið í Føroyum um havnirnar og russisku skipini fær russisk skip at aftra seg við at koma til Føroya

Beinir Johannesen, løgtingsmaður, spurdi løgmann um skeivu tølini í sambandi við tiltøk móti Russlandi.  

Løgmaður sigur, at hann hevur biðið um umbering fyri at brúka skeiv tøl.

Hann sigur eisini, at tað hevur vakt ans uttanlands, at russisku skipini sleppa í føroyskar havnir, tá tey ikki sleppa til Íslands. 

Tey eru ikki sloppin í íslendskar havnir síðani í mars í fjør.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV