Landslæknin: Tey flestu eru smittað í Føroyum

bannari
17.03.2020 - 10:15
InnlendisHeilsa
Landslæknin: Tey flestu eru smittað í Føroyum
Eingin av teimum 47 smittaðu eru so illa fyri, at tey eru innløgd, sigur landslæknin. Men nú er vorðið trupult at spora fólk, ið kunnu vera smittað
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Corona hevur fingið fastatøkur í Føroyum.

47 føroyingar hava fingið staðfest virusið, og flestu teirra eru smittað í Føroyum, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Tey flestu búgva annaðhvørt í Tórshavn ella í Klaksvík.

Lutfalsliga væl fyri

Tey flestu eru lutfalsliga ung fólk, og eingin teirra hevur havt tørv á serligari læknaligari hjálp. Eingin er innlagdur; men fleiri eru seingjarliggjandi, sigur landslæknin, sum tó ikki hevur havt samband við øll enn.

Í fyrstani vóru tey smittaðu og teirra nærmastu flutt til Hotell Vágar í sóttarhald. Men nú er meginparturin farin í sóttarhald har heima.

Vorðið truplari at spora

Landslæknin hevur frá byrjanini roynt at spora fram til fólk, sum tey smittaðu hava verið í samband við, fyri at forða smittuni í at breiða seg.

Men hetta er vorðið munandi truplari, nú talið á smittaðum er komið upp á 47, men tey royna enn, sigur landslæknin.

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815