- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Í samband við koronafarsóttina, sum herjar um knøttin, hevur Svøríki lagt á ein munandi øðrvísi bógv enn t.d. Danmark, Føroyar og Noreg.
Fyrst í sendingina ringja vit til Svøríkis - til Martin Jakobsen, ið starvast sum lækni í akuttmóttøkuna á sjúkrahúsinum í Lund, og sum í løtuni eisini er sjúkur av Covid 19.
Tá flest fólk hugdu og lurtaðu eftir Koronakonsertunum, sum SMS skipaði fyri á netinum, lýddu 14.000 á. Vit tosa við fyriskiparan Regin W. Dalsgaard, og taka samanum.
Mentanarstovnar og listasøvn er eisini millum teirra, sum mugu tillaga sítt virksemið í hesum døgum. Hvat merkir tað fyri Listasavn Føroya, og hvønn týdning hevur listin í tílíkum tíðum? Vit tosa við stjóran, Karinu Lykke Grand.
Tú kanst hoyra sendingina her!