Arbeiðsmarknaðurin skal laga seg til umstøðurnar

bannari
20.05.2020 - 16:24
InnlendisPolitikkur
Arbeiðsmarknaðurin skal laga seg til umstøðurnar
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, heldur, at skal hjálparpakki 1 leingjast, eigur ALS-stýrið eisini verða spurt til ráðs
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, ætlar ikki at leingja hjálparpakkarnar til starvsfólk og vinnuna

Ætlanin er ikki at leingja hjálparpakka 1 og 2, sum eru til ávikavist starvsfólk og vinnuna, eftir 30. juni, tá lógin fer úr gildi.

Tað segði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, í tinginum í dag.

Hann sigur, at nú skal arbeiðsmarknaðurin laga til broyttu umstøðurnar, og tá er vanliga útgjaldsskipanin í ALS galdandi. 

Helgi Abrahamsen vísir á, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga ALS-grunnin, og skal ískoytisskipanin í hjálparpakka 1 eitt leingjast, eigur ALS-stýrið at verða spurt til ráðs.

Hjálparpakki 3 er á veg, og hann er eisini ætlaður vinnuni, serliga ferðavinnuni.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444