10 mió. kr. røkka ikki hjá stóru fyritøkunum

bannari
29.05.2020 - 13:48
InnlendisVinna
10 mió. kr. røkka ikki hjá stóru fyritøkunum
Ferðavinnufelagið viðger innihaldið í triðja hjálparpakkan í dag
Henny á Líknagøtu er forkvinna í Ferðavinnufelagnum

Hjálparpakkin, sum landsstýrið kunngjørdi í dag, røkkur ikki til stóru fyritøkurnar.

Tað sigur Henny á Líknagøtu, forkvinna í Ferðavinnufelagnum.

Hjálpin úr landskassanum er 10 mílliónir til hvørt samtak, men ferðavinnan hevur tørv á ið hvussu er 35 milliónum, sigur Henny á Líknagøtu.

Hóast Framtak eisini kann veita váðafúsan kapital, so betri møguleikar verða hjá ferðavinnuni at læna pening í peningastovnunum, ivast forkvinnan í Ferðavinnufelagnum í, hvussu nógv fara at brúka henda møguleikan.

Ferðavinnufelagið fer at viðgera innihaldið í triðja hjálparpakkanum í dag.

Hoyr samrøðu, sum Ása H. Christiansen gjørdi við Henny á Líknagøtu í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418