Vísindalig grein um koronufarsóttina í Føroyum

Vísindalig grein um koronufarsóttina í Føroyum
Greinin tekur støði í koronudagbókum, sum føroyingar skrivaðu, tá Føroyar fóru niður í ferð, og alheimsfarsóttin herjaði
Erika Ann Hayfield, lektari, hevur skrivað vísindaliga grein um koronufarsóttina í Føroyum.
 
23.06.2023 - 15:18

Erika Anne Hayfield, lektari í samfelagsvísindum á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, hevur givið út vísindaliga grein við heitinum “Resilience processes during lockdown: a diary study from the Faroe Islands”.

Greinin er givin út í tíðarritinum Scottish Geographical Journal.

 

Koronudagbøkur

Greinin tekur støði í koronadagbókum, sum føroyingar skrivaðu, tá Føroyar fóru niður í ferð og alheimsfarsóttin, COVID-19, herjaði.

Tveir dagar eftir, at Føroyar “lótu aftur” í mars 2020, heitti Erika Anne Hayfield á fólk um at melda seg til at skriva dagbøkur. Hon bað tey greiða frá eygleiðingum, kenslum og upplivingum av at vera undir stongsli ella í “lockdown”.

Vanligt er, at kreppur verða fataðar í baksýni, men við dagbókatilgongdini bar til at fáa áhaldandi skjalfesting av støðuni hjá fólki, meðan farstóttin gekk. Í kanningini eru tilsamans 51 dagbøkur, umframt uppfylgjandi samrøður við ein triðing av luttakarum.

 

 

Oyggjasamanhangur stóran týdning

Høvuðusniðurstøðurnar í greinini eru, at oyggjasamanhangurin hevur stóran týdning fyri tað mótstøðuførið, sum var tilevnað. Hetta serliga í sambandi við staðseting, rúmd, politikk, oyggjamentan, lítilleika og tættar relatiónir. 

Samanumtikið hevði føroyski samanhangurin stóran týdning fyri tilevnan av mótstøðuføri undir koronu. Harumframt broyttust fatanir, kenslur og sambond millum fólk, stað og umheimin í hesi fyrstu tíðini av alheimsfarsóttini, upplýsir Setrið í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949